Borðbílegging

Kunning
Hvør og nær
Fyrispurningar
Samandráttur
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á Barbara viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Hevur tú ovurviðkvæmi fyri onkrum, so sum gluten, skriva boð um hetta í teiginum um ovurviðkvæmi. Teigur kemur fram í bíleggingartilgongdini.

Tað ber til at bíleggja borð online upp til 10 fólk.

Eru tit fleiri enn 10 fólk, skriva so til okkara til barbara@barbara.fo.

Stórir bólkar skulu bíleggja matskrá frammanundan og gera gjaldsavtalu.

Um tú ynskir at avlýsa borðbíleggingina, kanst tú gera tað uttan kostnað í seinasta lagi 12 tímar frammanundan. Eftir hetta verður eitt gjald á 350 DKK fyri hvønn gest trekt av kortinum fyri at dekka bíðiplássið.

Fyri at sleppa undan, at gestir bíleggja borð uttan at møta upp, biðja vit teg vinarliga um at skráseta eitt gjaldskort, tá tú bíleggur borð. 

Legg til merkis, at eingin peningur verður trektur av kortinum við skráseting.

>Um tú ynskir at avlýsa borðbíleggingina, kanst tú gera tað uttan kostnað í seinasta lagi 12 tímar frammanundan. Eftir hetta verður eitt gjald á 350 DKK fyri hvønn gest trekt av kortinum fyri at dekka bíðiplássið.

FØROYA BANKI Á BARBARU – SMAKKURIN AV HEIMSINS BESTA FISKIMIÐI!

27-03-2026 - 28-03-2026
Set krossin í kalendaran tann 27. og 28. mars 2026, tí tá bjóða vit ein serstakan døgurða við nýveiddum bankatoski av Føroya banka.

Fiskur og skeljadjór eru altíð í miðdeplinum á Barbaru, men hesa ferð fer matskráin burturav at snúgva seg um bankatosk – við íblástri úr Galisia og pørtum av Spania.
Tí kanst tú gleða teg til eina matskrá, har tað verður hjúklað um góðskuríku rávøruna við klassiskum sponskum smakkum sum olivinolju, sitrón og hvíttleyki.
Aftrat hesum syrgja vit sjálvandi fyri, at røttu sponsku vínini lyfta upplivingina upp á eitt hægri stig.

Kostnaður er:
- 800 DKK fyri matskrá
- 1600 DKK fyri vælkomukokkteyl, matskrá við vínskrá og kaffi.

Vit gleða okkum at síggja teg og tykkum til eitt serligt kvøld, har vit fagna smakkin av heimsins besta fiskimiði!

GG. Avmarkað pláss eru, tí mæla vit til at bóka borð í góðari tíð.