Borðbílegging

1
Kunning
2
Hvør og nær
3
Serynskir
4
Samandráttur
5
Gjalding
6
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á KOKS Ilimanaq viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Gisting er møgulig í Ilimanaq Lodge og í Ilulissat. Tað er álagt gestum okkara at bíleggja bátatúr gjógnum UNESCO varda Kangia Ísfjørð eisini kallaður Diskofjørðurin.

World of Greenland kann hjálpa við bílegging av gisting og bátatúri.  Vinaliga fylgi niðanfyri leinkju til bílegging av býli og bátatúri 

Bílegg býli og bátatúr her

KOKS húsast í einum smáum húsum, sum er býtt í smærri rúm. Tískil er einans møguligt at bókað borð upp til 6 fólk online.

Um tit eru ein bólkur á fleiri enn 6 fólk, vinarliga set teg í samband við okkum á ilimanaq@koks.fo.

KOKS Ilimanaq er opið frá 12. juni 2022 til 8. september 2022. 

KOKS Ilimanaq er opið summarið 2023. 

Til ber at bíleggja borð frá 2.januar 2023 kl. 11.00 (Vestur Grønlendska tíð / GMT-3).

Tá tú bíleggur borð á KOKS, verður tú biðin um at gjalda matskránna (2.100,- DKK) frammanundan.

Tú velur drykkjuvørur, tá tú kemur til matstovuna.

Gev gætur, at bókingin er ikki fullfíggjað fyrr enn tú ert komin til váttanarsíðuna og hevur fingið eina váttan við telduposti.

Avlýsingar og broytingar í bíleggingum skulu vera okkum í hendi í minsta lagi 28 dagar áðrenn matstovu upplivingin er sett at byrja. NO-SHOW og seinar avlýsingar skulu gjalda 2.100,- DKK per persón.

Eitt kvøld á KOKS er fyrst og fremst fyri vaksin, og vit bjóða tískil ikki barnamatskráir ella hálvar matstkráir til børn. Tó gjalda børn undir 12 ár einans hálvan prís.

Tit vera vinaliga biðin um at hava børnini sitandi við borðið alt kvøldið.

Av tí at matstovan er so lítil, hava vit ikki møguleika at borðeiða fyri familjum, sum hava pinkubørn við sær.

Fyri borðbíleggingar við børnum, send okkum ein t-post á ilimanaq@koks.fo