Borðbílegging

1
Kunning
2
Hvør og nær
3
Fyrispurningar
4
Samandráttur
5
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á Ræst viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Felagsborðið hjá okkum er ein matstovuuppliving fyri í mesta lagi 8 gestir. 

Matskráin og tænastan er tann sama við felagsborðið sum við tey privatu borðini. 

Upplivingin byrjar kl. 18.00.

Á Ræst stremba vit eftir, at matupplivingin skal vera so føroysk sum gjørlig. Av landafrøðiligum orsøkum er tað tískil ikki gjørligt at matgera til ymiskar lívshættir sum fyrst og fremst eru samansettar úr grønmeti so sum til veganarar og vegetarar.

Vit hava samansett eina matskrá, sum gevur eina so breiða, føroyska matuppliving sum gjørligt, og av tí at matstovan er so lítil, ber tað ikki til at tillaga matskránna.

Ræst húsast í einum smáum húsum, sum er býtt í smærri rúm.

Tískil ber í mesta lagi til at borðeiða fyri 8 fólkum vi sama borð.

Tá tú bíleggur borð á Ræst, verður tú biðin um at gjalda matskránna frammanundan.

Tú velur drykkjuvørur, tá tú kemur til matstovuna.

Gev gætur, at bókingin er ikki fullfíggjað fyrr enn tú ert komin til váttanarsíðuna og hevur fingið eina váttan við telduposti.

Avlýsingar og broytingar í bíleggingum skulu vera okkum í hendi í minsta lagi 48 tímar áðrenn matstovu upplivingin er sett at byrja. NO-SHOW og ov seinar avlýsingar skulu gjalda 1.700,- DKK per persón.

Eitt kvøld á Ræst er fyrst og fremst fyri vaksin, og vit bjóða tískil ikki barnamatskráir ella hálvar matstkráir til børn. Tó gjalda børn undir 12 ár einans hálvan prís.

Tit vera vinaliga biðin um at hava børnini sitandi við borðið alt kvøldið.

Av tí at matstovan er so lítil, hava vit ikki møguleika at borðeiða fyri familjum, sum hava pinkubørn við sær.

Lat okkum endiliga frætta, um vit skulu hjálpa tykkum við at finna eina barnagentu.

Fyri borðbíleggingar við børnum, send okkum ein t-post á raest@raest.fo

Four Hands Dinner: Ræst x SanBrite

26-04-2025
Four Hands Dinner: Ræst x SanBrite
On April 26th, experience an extraordinary meeting of terroirs when Ræst welcomes SanBrite for a four hands dinner on the Faroe Islands.
This evening will see our own Sebastian Jiménez and Riccardo Gaspari of SanBrite unite their visions for a menu that celebrates nature, heritage, and fuses the wild purity of Faroe Islands with the mountainous cuisine of the Dolomites.
At SanBrite, overlooking the snow-capped peaks of the Dolomites, the offering is deeply rooted in family, tradition, and a deep respect for the surrounding land. Riccardo Gaspari’s cuisine, awarded both a Michelin star and a Green Star for sustainability, tells a beautiful story — one of morning milkings for the on-site production of artisan butter and cheeses, roaming goats, wild herbs, and the raw beauty of the mountains.

We’re very excited to welcome Riccardo Gaspari and his team at Ræst, and we hope you’ll join us for this Italian-Faroese meeting under our turf roof.

Details:
Date: April 26th
Location: Ræst
Menu price: DKK 1,900 per person (excluding beverages)