Eru tit 8 gestir ella fleiri, er neyðugt at boða frá hvørja matskrá tit ynskja at eta frammanundan. Matskráin inniber eina røð av rættum úr føroyskari rávøru av landi og úr sjónum við italskum íblástri.
Matskráirnar speglar árstíðina, tí skifta vit innihaldið regluliga.
Vit borðreiða rættirnar í “familjustíli", sum merkir, at tit deila matin í umførum tykkara millum við borðið. Ynskja tit vín ella annað at drekka afturvið matskránna, kunnu vit lættliga snikka eina vínskrá ella drekkiskrá til tykkum, sum passar til matskránna. Eisini eru tit vælkomin at síggja okkara vínkort frammanundan og gera av sjálvi, hvat tit ynskja at drekka afturvið matskránni.
Til bólkar við 12 gestum ella fleiri, er neyðugt at gjalda fyri matskránna frammanundan. Endurgjald vegna forfall verður latið upp til 48 tímar áðrenn bókingina á Skeiva Pakkhús.
Um tit eru 40 ella fleiri gestir, er neyðugt at leiga hølið. Skriva ein teldupost til okkara á skeivapakkhus@skeivapakkhus.fo og hoyr nærri.