Borðbílegging

Kunning
Hvør og nær
Fyrispurningar
Samandráttur
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á Áarstova viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Hevur tú ovurviðkvæmi fyri onkrum, so sum gluten, skriva boð um hetta í teiginum um ovurviðkvæmi. Teigur kemur fram í bíleggingartilgongdini.

Tað ber til at bíleggja borð online upp til 10 fólk.

Eru tit fleiri enn 10 fólk, skriva so til okkara til aarstova@aarstova.fo

Stórir bólkar skulu bíleggja matskrá frammanundan og gera gjaldsavtalu.

Avlýsingar fyri stórar bólkar skulu fráboðast 7 dagar áðrenn fyri at fáa møguligt forútgjald endurgoldið.

Um tú ynskir at avlýsa borðbíleggingina, kanst tú gera tað uttan kostnað í seinasta lagi 12 tímar frammanundan. Eftir hetta verður eitt gjald á 350 DKK fyri hvønn gest trekt av kortinum fyri at dekka bíðiplássið.

Avlýsingar fyri stórar bólkar skulu fráboðast 7 dagar áðrenn fyri at fáa møguligt forútgjald endurgoldið.

Fyri at sleppa undan, at gestir bíleggja borð uttan at møta upp, biðja vit teg vinarliga um at skráseta eitt gjaldskort, tá tú bíleggur borð. 

Legg til merkis, at eingin peningur verður trektur av kortinum við skráseting.

>Um tú ynskir at avlýsa borðbíleggingina, kanst tú gera tað uttan kostnað í seinasta lagi 12 tímar frammanundan. Eftir hetta verður eitt gjald á 350 DKK fyri hvønn gest trekt av kortinum fyri at dekka bíðiplássið.

Valentines vikuskifti á Áarstovu

13-02-2026 - 14-02-2026
Yvirraska tín kæra ella tína kæru við eini ógloymandi uppliving á Áarstovu.

Kom og njót ein romantiskan døgurða við deiligum smakki, í hugnaligum umhvørvi og søtum løtum.

Okkara serliga Valentine-matskrá inniheldur:
Brellbitar, eina 3-rættaða mátskrá og sjokolátu við nýbryggjaðum kaffi omaná.

Ger hendan Valentine-dagin heilt serligan – tí einki er sum at fagna kærleikanum í góðum selskapi og við lekkrum mati!

Nær: 13. og 14. februar 2026
Stað: Áarstova, Tórshavn

Prísir:
500,- fyri matskrá
850,- fyri matskrá við vínskrá (3 gløs av víni) og kaffi

320,- fyri eina 3,75dl fløskú Pól Roger Champagniu!

Plássini eru avmarkað, so bílegg títt borð longu í dag!

BAROLO- OG HARUKVØLD Á ÁARSTOVU

20-02-2026 - 21-02-2026
Kom við til eina serstaka vín- og matuppliving á Áarstovu í februar 2026.

Tann 20. og 21. februar vitjar kendi Barolo framleiðarin Daniele Marengo frá vínhúsinum Marengo Mauro Áarstovu!

Marengo Mauro er ein familjurikin víngarður í hjartanum av Piemonte í Italia. Garðurin er kendur fyri síni elegantu terroir-vín, ið eru av drúvuslagnum Nebbiolo, og øðrum staðbundnum drúvum sum Dolcetto, Barbera og sjálvsomu hvítvínsdrúvuna Nas-cëtta.

Kokkar okkara fara at borðreiða eina serliga mátskrá við føroyskari haru. Vit bjóða eina 5-rættaða mátskrá við 5 sløgum av víni frá Marengo Mauro. Daniele fer at fortelja okkum nógv spennandi um vín teirra.

Dýbdin, strukturin og kynstrið handan vínið frá Marengo Mauro, serliga teirra Barolo, passa serstakliga væl saman við tí ríka og villa eyðkenninum við haruni, og skapa eitt gott sammanspæl millum mat og vín.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum á Áarstovu tann 20. og 21. februar 2026

Prísirnir eru:
800,- fyri matskrá
1600,- fyri vælkomukokkteyl, matskrá við vínskrá og kaffi + avec