Borðbílegging

Kunning
Hvør og nær
Fyrispurningar
Samandráttur
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á Áarstova viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Hevur tú ovurviðkvæmi fyri onkrum, so sum gluten, skriva boð um hetta í teiginum um ovurviðkvæmi. Teigur kemur fram í bíleggingartilgongdini.

Tað ber til at bíleggja borð online upp til 10 fólk.

Eru tit fleiri enn 10 fólk, skriva so til okkara til aarstova@aarstova.fo

Stórir bólkar skulu bíleggja matskrá frammanundan og gera gjaldsavtalu.

Avlýsingar fyri stórar bólkar skulu fráboðast 7 dagar áðrenn fyri at fáa møguligt forútgjald endurgoldið.

Um tú ynskir at avlýsa borðbíleggingina, kanst tú gera tað uttan kostnað í seinasta lagi 12 tímar frammanundan. Eftir hetta verður eitt gjald á 350 DKK fyri hvønn gest trekt av kortinum fyri at dekka bíðiplássið.

Avlýsingar fyri stórar bólkar skulu fráboðast 7 dagar áðrenn fyri at fáa møguligt forútgjald endurgoldið.

Fyri at sleppa undan, at gestir bíleggja borð uttan at møta upp, biðja vit teg vinarliga um at skráseta eitt gjaldskort, tá tú bíleggur borð. 

Legg til merkis, at eingin peningur verður trektur av kortinum við skráseting.

>Um tú ynskir at avlýsa borðbíleggingina, kanst tú gera tað uttan kostnað í seinasta lagi 12 tímar frammanundan. Eftir hetta verður eitt gjald á 350 DKK fyri hvønn gest trekt av kortinum fyri at dekka bíðiplássið.

FØROYA BANKA-KVØLD Á ÁARSTOVU

09-10-2026 - 10-10-2026
Tann 9. og 10. oktober 2026 skipa vit fyri tveimum heilt serligum kvøldum við fongi av Føroya Banka.

Hesa ferð fara vit at arbeiða við fiskinum á ymsan hátt, eitt nú við at salta, turka, súlta og roykja hann.


Hetta verða tvey kvøld, har tann klassiski bankatoskurin fær nýggjar smakkir, sum vit m.a. fara at borðreiða saman við smørríkum sósum og feskum grønmeti.

Eins og undanfarin ár skeinkja vit sjálvandi ymisk sløg av klassiskum víni afturvið bankatoskinum.

Kostnaður:

• 800 kr fyri matskrá
• 1600 kr fyri vælkomukokkteyl, matskrá við vínskrá og kaffi.

Sjampagnukvøld á Áarstovu

03-10-2026
Leygarkvøldið 3. oktober 2026 bjóða vit trimum framúrskarandi vínframleiðarum úr Champagne vælkomnum á Áarstovu til eitt serligt kvøld, har vit seta sjóneykuna á sjampanju!

Vit fáa vitjan av:

Champagne Bertrand-Delespierre
Maison Gamet
Champagne Pascal Agrapart

Tríggir framleiðarar úr hvør sínum horni av Champagne, har hvør teirra hevur sína egnu tulking av økinum.

Gjøgnum kvøldið fara vínframleiðararnir sjálvir at greiða frá og borðreiða við einum fjølbroyttum úrvali av sjampanju og vínum. Kokkar okkara hava harumframt sett saman eina serstaka matskrá, ið er gjørd við útgangsstøði úr vínunum.

Á matskránni verður millum annað Gillardeau-ostrur, rósuber, igulker, GASTROunika Gold kaviar, jákupsskeljar, røtur, kalvi, kræklingar, lamb umframt ostar úr Champagne og canelé.

Vit gleða okkum til eitt spennandi kvøld, har sjampanjan er í miðdeplinum.

3. oktober 2026
1.900 kr. fyri hvønn fyri mat- og vínskrá