Borðbílegging

Kunning
Hvør og nær
Fyrispurningar
Samandráttur
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á Áarstova viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Hevur tú ovurviðkvæmi fyri onkrum, so sum gluten, skriva boð um hetta í teiginum um ovurviðkvæmi. Teigur kemur fram í bíleggingartilgongdini.

Tað ber til at bíleggja borð online upp til 10 fólk.

Eru tit fleiri enn 10 fólk, skriva so til okkara til aarstova@aarstova.fo

Stórir bólkar skulu bíleggja matskrá frammanundan og gera gjaldsavtalu.

Avlýsingar fyri stórar bólkar skulu fráboðast 7 dagar áðrenn fyri at fáa møguligt forútgjald endurgoldið.

Um tú ynskir at avlýsa borðbíleggingina, kanst tú gera tað uttan kostnað í seinasta lagi 12 tímar frammanundan. Eftir hetta verður eitt gjald á 350 DKK fyri hvønn gest trekt av kortinum fyri at dekka bíðiplássið.

Avlýsingar fyri stórar bólkar skulu fráboðast 7 dagar áðrenn fyri at fáa møguligt forútgjald endurgoldið.

Fyri at sleppa undan, at gestir bíleggja borð uttan at møta upp, biðja vit teg vinarliga um at skráseta eitt gjaldskort, tá tú bíleggur borð. 

Legg til merkis, at eingin peningur verður trektur av kortinum við skráseting.

>Um tú ynskir at avlýsa borðbíleggingina, kanst tú gera tað uttan kostnað í seinasta lagi 12 tímar frammanundan. Eftir hetta verður eitt gjald á 350 DKK fyri hvønn gest trekt av kortinum fyri at dekka bíðiplássið.

FØROYA BANKA KVØLD Á ÁARSTOVA

27-03-2026 - 28-03-2026
Tann 27. og 28. mars skipa vit fyri tveimum heilt serligum kvøldum við nýveiddum fongi av Føroya Banka.

Tað er bankatoskurin er í miðdeplinum hesi kvøldini, har vit spæla við smakkir úr klassiska franska køkinum. Tað merkir, at køkurin fer at borðreiða toskin við smørríkum sósum, feskum grønmeti og øðrum forkunnugum smakkum.

Eins og undanfarin ár skeinkja vit sjálvandi ymisk sløg av Chablis úr Fraklandi afturvið Bankatoskinum, umframt onnur klassisk vín, sum hóska til matskránna.

Kostnaður:
- 800 kr fyri matskrá
- 1600 kr fyri vælkomukokkteyl, matskrá við vínskrá og kaffi.

GG. Tað er avmarkað pláss, so vit mæla til at bíleggja borð í góðari tíð.