Borðbílegging

Kunning
Hvør og nær
Fyrispurningar
Samandráttur
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á Áarstova viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Hevur tú ovurviðkvæmi fyri onkrum, so sum gluten, skriva boð um hetta í teiginum um ovurviðkvæmi. Teigur kemur fram í bíleggingartilgongdini.

Tað ber til at bíleggja borð online upp til 10 fólk.

Eru tit fleiri enn 10 fólk, skriva so til okkara til aarstova@aarstova.fo.

Stórir bólkar skulu bíleggja matskrá frammanundan og gera gjaldsavtalu.

Føroyabankatoskur á Áarstovu

21-03-2025 - 22-03-2025
Føroyabankatoskur á Áarstovu – Smakkurin av Heimsins Besta Fiskimiði!

21. og 22. mars bjóða vit ein heilt serstakan døgurða við nýveiddum Føroyabankatoski. Hetta er feskasti fiskurin við reinasta smakkinum, beinleiðis frá heimsins besta fiskimiði.
Høvuðskokkurin, Jógvan S. Rasmussen, borðreiðir toskin við klassiskum fronskum smakkum – smør, sósir og frískt grønmeti – saman við einum úrvali av Chablis og øðrum klassiskum vínum, ið eru perfekt afturvið hesum leskiliga fiskinum.
Kostnaður:
800 DKK (matskrá)
1400 DKK (matskrá við vínskrá)
1600 DKK (vælkomst kokteyl, matskrá við vínskrá og kaffi + avec)

Haruvikuskifti á Áarstovu – 24., 25. & 26. januar

24-01-2025 - 26-01-2025
Haruvikuskifti á Áarstovu – 24., 25. & 26. januar

Kom til eitt serstakt haruvikuskifti á Áarstovu, har vit bjóða tær eina matarskrá við forkunnugum haru-rættum, ið eru parað við einari væl samansettari vínskrá.

Nær: 24., 25. og 26. januar
Stað: Áarstova
Kostnaður:
800 DKK (matskrá)
1400 DKK (matskrá við vínskrá)
1600 DKK (vælkomst kokteyl, matskrá við vínskrá og kaffi + avec)