Borðbílegging

Kunning
Hvør og nær
Fyrispurningar
Samandráttur
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á Hotel Føroyar viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Avlýsing av tiltaki:

Um tygum avlýsa seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið, verður full upphædd afturgoldin.

Um tygum avlýsa seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, kunnu vit ikki vátta fulla upphædd afturgoldna uttan

so, at vit fáa selt plássini víðari.

Navnabroyting er loyvd uttan eyka kostnað.

Avlýsast / Broytast skal skrivliga við at senda teldupost til: event@hotelforoyar.fo

JÓLANÓNTE

15-12-2024
Sunnudagin 15. desember verður jólahugni á Hotel Føroyum við nónte og yndisligum sangi og tónum frá Edith Dahl Jakobsen, Guðrun Sólju Jacobsen og Janusi Kampmann.

Nónte stavar frá enska heitinum 'Afternoon tea', har vit borðreiða við skons, smáum tertum, smushi, rómabollum og smáum køkum. Afturvið skonkja vit te og kaffi.

Kostnaður fyri hvønn: 295 kr.

Tiltakið byrjar á nóni (kl. 15.00) og endar uml. kl. 16.30.

Gamlaárskvøld á Hotel Føroyum

31-12-2024
Kom og njót Gamlaárskvøld á Hotel Føroyum!

Vel við ella uttan gisting.

Pakki 1 (við gisting)
• Gisting við morgunmati (morgunmatur er fram til kl. 12.00)
• Sov leingi - 1. januar hevur tú kamarið til kl. 13.00
• januar er morgunmatur fram til kl. 12.00
• Matskrá við 5 rættum í Ruts
• Tónleikur við Edith Dahl Jakobsen og Allan Tausen, meðan tit eta
• Sjampanja & kransakøka á tekjuni á midnátt

Pakki 2 (uttan gisting)
Matskrá við 5 rættum í Ruts
Tónleikur við Edith Dahl Jakobsen og Allan Tausen, meðan tit eta
Sjampanja & kransakøka á tekjuni á midnátt

--

Kvøldið byrjar í Ruts kl. 19.00.

Matskrá:
• Broysknar blómkálskúlur við ostadyppi
• Snjókrabbasúpan
• Kalvi og hummara-hollandaise
• Piparbúffur
• Sólberjasorbet

Kostnaður:

Pakki 1:
Kostnaður fyri tvey í dupultkamari kr. 2.595,-
Kostnaður fyri ein í einakamari kr. 1.695,-
Gisting í svitu + kr. 1.000,-

Pakki 2:
Kostnaður fyri hvønn kr. 825,-

Drykkjuskrá við vin til matin, kaffi/te og avec kann keypast á kvøldinum fyri kr. 495,-

Nýggjárskonsertpakkar 10. & 11. janaur 2025

10-01-2025 - 11-01-2025
Vel millum tríggjar pakkar:

Pakki 1: Atgongumerki til Nýggjárskonsertina, døgurði og undirhald aftaná konsertina, umframt gisting á Hotel Føroyum

Pakki 2: Døgurði og undirhald aftaná konsertina og gisting á Hotel Føroyum

Pakki 3: Døgurði og undirhald aftaná konsertina á Hotel Føroyum

Alt eftir, hvønn pakka tú velur, fært tú:

• Atgongumerki til Nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum
• Gisting eina nátt við morgunmati ella bronsj
• Sov leingi - tit hava kamar fram til kl. 13.00
• Sjálvtøkuborð við drykkjuvørum áðrenn konsertina
• Bussur til og frá Norðurlandahúsinum
• 3 rættir við vínskrá og kaffi/te v/avec eftir konsertina
• Tónleikur við Guðrun Sólju Jacobsen og Janusi Kampmann undir borðhaldinum

Prísir:

Pakki 1:
Prísur fyri tvey í dupultkamari kr. 4.695,-
Prísur fyri ein í eina-kamari kr. 2.695,-
Gisting í svitu + kr. 1000

Pakki 2:
Prísur fyri tvey í dupultkamari kr. 3.695,-
Prísur fyri ein í eina-kamari kr. 2.295,-
Gisting í svitu + kr. 1000

Pakki 3:
3 rættir við vínskrá og kaffi/te v/avec eftir konsertina
Tónleikur við Guðrun Sólju Jacobsen og Janusi Kampmann undir borðhaldinum
Prísur fyri hvønn kr. 995,-

Døgurði, gisting og dansur við Hans Jacob Hjelm

01-02-2025
Døgurði, gisting og dansur við Hans Jacob Hjelm

Vel millum hesar pakkar:

Pakki 1:
• Gisting eina nátt við morgunmati ella bronsj
• Sov leingi - tit hava kamar fram til kl. 13.00
• Vælkomudrykkur og brellbiti
• 3 rættir við vínskrá og kaffi/te v/ cognac ella baileys
• Døgurðakonsert og dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum

Pakki 2:
• Vælkomudrykkur og brellbiti
• 3 rættir við vínskrá og kaffi/te v/ cognac ella baileys
• Døgurðakonsert og dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum

Rynkeby Galladøgurði

15-02-2025
Nú hevur tú aftur møguleika at stuðla børnum við lívshættisligum sjúkum til galladøgurðan hjá Team Rynkeby á Hotel Føroyum 15. februar 2024 kl. 19.00. Peningurin fer til at hjálpa sjúkum børnum og familjum teirra.

Kostnaður 995 kr. pr. persón.

JÓLABORÐ Á HOTEL FØROYUM

23-11-2024 - 14-12-2024
JÓLABORÐ Á HOTEL FØROYUM

23. og 30. november, umframt 6., 7. og 14. desember. Øll kvøldini uttan 6. desember eru útseld.

Kl. 19:00 vælkomstur í lobby.

VÆLKOMUDRYKKUR OG BRELLBITAR
* 4 RÆTTIR VIÐ DRYKKJUVØRUM
* KAFFI/TE OG AVEC
* UNDIRHALD
* DANSUR

HILMAR JAN VERÐUR BORÐSTJÓRI.
KIM HANSEN SPÆLIR UNDIR BORÐHALDINUM 23. NOV, 30. NOV OG 14. DES.
BJARNI LISBERG SPÆLIR UNDIR BORÐHALDINUM 7. DES.
TÓNALEIKAINNSLØG VIÐ GUÐRUN SÓLJU JACOBSEN,
FINNI KOBA OG TERJA RASMUSSEN. GALAKSI SPÆLUR TIL DANS.

KOSTNAÐUR KR. 1295
KOSTNAÐUR VIÐ 3 DRYKKJUSEÐLUM KR. 1495

Bílegg gisting á Hotel Føroyum

Avlýsing av tiltaki:
Um tygum avlýsa seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið, verður full upphædd afturgoldin.
Um tygum avlýsa seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, kunnu vit ikki vátta fulla upphædd afturgoldna uttan
so, at vit fáa selt plássini víðari.

Navnabroyting er loyvd uttan eyka kostnað.

Avlýsast / Broytast skal skrivliga við at senda teldupost til: event@hotelforoyar.fo

Stóra Ólavsøkuborðið á Hotel Føroyum 2025

28-07-2025 - 29-07-2025
Hátíðarhaldið ólavsøkuna á Hotel Føroyum 28. og 29. juli.

Aftur í ár verður stóra ólavsøkuborðið á Hotel Føroyum við einum stórum úrvali av siðbundnum føroyskum mati og øðrum góðbitum.

• 28. juli frá kl. 14.00

• 29. juli frá kl. 12.00

Kostnaður:
Vaksin: 495,- fyri hvønn
Børn 5-12 ár: 225,- fyri hvønn
Børn yngri enn 5 ár: Ókeypis
Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar prísinum.

Avlýsingartreytir:
Bíleggingin kann broytast fram til 14 dagar áðrenn tiltakið. Stytri enn 14 dagar áðrenn, at tiltakið er, verður peningur ikki endurgoldin, men navnabroyting verður góðkend.

Nónte & Konsert við Leu Kampmann

02-03-2025
Sunnudagin 2. mars bjóða vit aftur til nónte & konsert á Hotel Føroyum.

Hesa ferð er tað Lea Kampmann, ið fer at spæla løg úr síni nýggju útgávu Seinferð. Seinferð er skrivað í samstarvi við Teit Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna.

Nónte, sum stavar frá enska heitinum Afternoon tea, er ein hugnalig máltíð við skonsum, smáum tertum og køkum, ið verður borðreitt saman við te og kaffi.
Kostnaður fyri hvønn: 295 kr.

Tiltakið byrjar kl. 15.00 og endar umleið kl. 16.30.