Borðbílegging

Kunning
Hvør og nær
Fyrispurningar
Samandráttur
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á Hotel Føroyar viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Avlýsing av tiltaki:

Um tygum avlýsa seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið, verður full upphædd afturgoldin.

Um tygum avlýsa seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, kunnu vit ikki vátta fulla upphædd afturgoldna uttan

so, at vit fáa selt plássini víðari.

Navnabroyting er loyvd uttan eyka kostnað.

Avlýsast / Broytast skal skrivliga við at senda teldupost til: event@hotelforoyar.fo

Stóra jólaborðið á Hotel Føroyum 2025

22-11-2025 - 13-12-2025
Aftur í ár vera stóru felags jólaborðhaldini á Hotel Føroyum.

Okkara kokkar hava samansett eina leskiliga og jólaliga matskrá til høvið, og saman við hugnaligum undirhaldi er lagt upp til seks framúr góð kvøld.

Nær:
22. & 29. november
6. & 13. desember

Kostnaður: 1.325,- fyri hvønn.
Kostnaður íroknað 3 drykkjuseðlar: 1.525,- fyri hvønn.

Skrá:
? Vælkomudrykkur og brellbitar
? Matskrá við 4 rættum og drykkjuskrá
? Kaffi/te & avec
? Undirhald undir borðhaldinum
? Dansur eftir borðhaldið

Hilmar Jan er borðstjóri og Kim Hansen spælir undir til øll borðhaldini uttan 13. desember - tá hava vit fingið Bjarna Lisberg at spæla undir.

Undir borðhaldinum verða tónleikainnsløg við:
* Guðrun Sólju Jacobsen og Janusi Kampmann
* Sakaris
* Jens Marna

Galaksi spæla til dans eftir borðhaldið og DJ COOL spælir í steðgunum.

Treytir:
Avroknað verður við bílegging
Bíleggingar kunnu ikki flytast til annað tíðarskeið
Vit veita fult endurgjald, um boðað verður frá avlýsing í seinasta lagi 14 dagar áðrenn borðhaldið
Eftir hetta er bíleggingin bindandi, men navnabroyting kann gerast uttan eyka kostnað
Avlýsing ella navnabroyting kann gerast online ella sendast til event@hotelforoyar.fo.