Borðbílegging

Kunning
Hvør og nær
Fyrispurningar
Samandráttur
Kvittan

Kunning

Áðrenn tú bíleggur borð á Hotel Føroyar viðmæla vit, at tú lesur fylgjandi:

Avlýsing av tiltaki:

Um tygum avlýsa seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið, verður full upphædd afturgoldin.

Um tygum avlýsa seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, kunnu vit ikki vátta fulla upphædd afturgoldna uttan

so, at vit fáa selt plássini víðari.

Navnabroyting er loyvd uttan eyka kostnað.

Avlýsast / Broytast skal skrivliga við at senda teldupost til: event@hotelforoyar.fo

Døgurði og dansur við Hans Jacob Hjelm FÁ PLÁSS

01-02-2025
Døgurði, gisting og dansur við Hans Jacob Hjelm

Vel millum hesar pakkar:

ÚTSELT Pakki 1:
• Gisting eina nátt við morgunmati ella bronsj
• Sov leingi - tit hava kamar fram til kl. 13.00
• Vælkomudrykkur og brellbiti
• 3 rættir við vínskrá og kaffi/te v/ cognac ella baileys
• Døgurðakonsert og dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum

FÁ PLÁSS EFTIR Pakki 2:
• Vælkomudrykkur og brellbiti
• 3 rættir við vínskrá og kaffi/te v/ cognac ella baileys
• Døgurðakonsert og dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum

Hans Jacob Hjelm døgurði/dansur SITA Í MATSTOVUNI

01-02-2025
Døgurði í Ruts matstovuni - ikki í høllini - og dansur við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum(FÁ PLÁSS EFTIR)
• Vælkomudrykkur og brellbiti
• 3 rættir við vínskrá og kaffi/te v/ cognac ella baileys
• Døgurðakonsert og dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum

Dansur við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum

01-02-2025
Dansur við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum

Dansurin byrjar kl 23.30 á Hotel Føroyum

Rynkeby Galladøgurði

15-02-2025
Nú hevur tú aftur møguleika at stuðla børnum við lívshættisligum sjúkum til galladøgurðan hjá Team Rynkeby á Hotel Føroyum 15. februar 2024 kl. 19.00. Peningurin fer til at hjálpa sjúkum børnum og familjum teirra.

Kostnaður 995 kr. pr. persón.

Stóra Ólavsøkuborðið á Hotel Føroyum 2025

28-07-2025 - 29-07-2025
Hátíðarhaldið ólavsøkuna á Hotel Føroyum 28. og 29. juli.

Aftur í ár verður stóra ólavsøkuborðið á Hotel Føroyum við einum stórum úrvali av siðbundnum føroyskum mati og øðrum góðbitum.

• 28. juli frá kl. 14.00

• 29. juli frá kl. 12.00

Kostnaður:
Vaksin: 495,- fyri hvønn
Børn 5-12 ár: 225,- fyri hvønn
Børn yngri enn 5 ár: Ókeypis
Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar prísinum.

Avlýsingartreytir:
Bíleggingin kann broytast fram til 14 dagar áðrenn tiltakið. Stytri enn 14 dagar áðrenn, at tiltakið er, verður peningur ikki endurgoldin, men navnabroyting verður góðkend.

Nónte & Konsert við Leu Kampmann

02-03-2025
Sunnudagin 2. mars bjóða vit aftur til nónte & konsert á Hotel Føroyum.

Hesa ferð er tað Lea Kampmann, ið fer at spæla løg úr síni nýggju útgávu Seinferð. Seinferð er skrivað í samstarvi við Teit Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna.

Nónte, sum stavar frá enska heitinum Afternoon tea, er ein hugnalig máltíð við skonsum, smáum tertum og køkum, ið verður borðreitt saman við te og kaffi.
Kostnaður fyri hvønn: 295 kr.

Tiltakið byrjar kl. 15.00 og endar umleið kl. 16.30.