Tá tú bíleggur borð á ROKS, verður tú biðin um at gjalda matskránna frammanundan.
Tú velur drykkjuvørur, tá tú kemur til matstovuna.
Gev gætur, at bókingin er ikki fullfíggjað fyrr enn tú ert komin til váttanarsíðuna og hevur fingið eina váttan við telduposti.
Avlýsingar og broytingar í bíleggingum skulu vera okkum í hendi í minsta lagi 48 tímar áðrenn matstovu upplivingin er sett at byrja. NO-SHOW og seinar avlýsingar skulu gjalda 595,- DKK per persón.